Fíggjarpolitiskt haldføri
Fíggjarpolitiskt haldføri merkir, at fíggjarpolitikkurin í einum landi hongur saman í langa høpinum. Tvs. um eitt land hevur javnvág millum framtíðar inntøkur og útreiðslur.
Fíggjarpolitiskt haldføri verður lýst við talinum, ið kallast haldførisávísin. Haldførisávísin vísir, um væntaðu inntøkurnar fara at røkka til at fíggja komandi almennu útreiðslurnar, sum eru treytaðar av demografiskum broytingum, gongdini í búskapinum og vælferðarskipanum.
Um haldførisávísin er negativur, so vísur ávísin, hvussu stórur prosentpartur av BTÚ í krónum og oyrum manglar í á hvørjum ári, um verandi tænastustøði skal kunna veitast í framtíðini.
Ein positivur ávísi merkir, at almennu inntøkurnar eru hægri enn almennar útreiðslurnar.
Sí seinastu temafrágreiðing um fíggjarpolitiskt haldføri her
Sí arbeiðsnotat um fíggjarpolitiskt haldføri her
Sí allar útgávur ið fevna um fíggjarpolitiskt haldføri her
Inntøkur og útreiðslur
Framroknaðu væntaðu inntøkurnar og útreiðslurnar kunnu vísa eina mynd av, um fíggjarpolitikkurin hjá landinum er í javnvág í langa høpinum. Myndin niðanfyri vísur framroknaðu væntaðu inntøkurnar og útreiðslurnar hjá landinum, um vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag, verður framroknað.
Inntøkur og útreiðslur
Kelda: Búskaparráðið
Primer saldo
Primer saldo vísir munin millum allar skattainntøkurnar og útreiðslurnar hjá landinum, tá rentuinntøkur og rentuútreiðslur ikki eru taldar við. Myndin niðanfyri vísir primeru saldoina sum partur av BTÚ.
Primer saldo (% av BTÚ)
Kelda: Búskaparráðið
Haldførisávísin
Fíggjarpolitiski haldførisávísin vísur, um almennu kassarnir í landinum eru í javnvág í langa høpinum og hjálpir til við at meta um váðan í førda fíggjarpolitikkinum.
Roknaði haldførisávísin er vístur í talvuni niðanfyri. At ávísin er -9% av BTÚ merkir at fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur.
Aftrat grundframlitinum eru framrokningar av alternativum framlitum við ymiskum politiskum átøkum fyri at síggja, hvussu ávísin broytist við broyttum fortreytum.
Haldførisávísi, grundframlit og ávirkan av politiskum tiltøkum
Kelda: Búskaparráðið